Melissa Bester (Operation Christmas Child)
Umsett: Ásbjørn Berthelsen, 12. September 2016
Í dag, tá eg sat hjá mammu míni
í stovuni, sum er so trong,
eg eitt stúrið andlit sá og einki smílið,
tí so nógv børn her ganga svong.
So hoyrdist ljóð av einum stórum bili
Sum var komin her í bygdina um sýn.
Og hann fullur var av vøkrum jólagávum
Og ein segði, ‘henda gávan er til tín!’
Í vøkru eskjuni har
lá allur tín kærleiki.
Nú allur heimurin sær,
at onkur leggur í meg.
Fyrr aldri kent havi tað
at eg, sum nú, eri glað.
Nei, ikki skilja kann eg
at onkur - hugsar um meg.
Eskja mín, hon var fylt við dýrum skattum
Ymiskt, sum eg aldri havi sæð.
Ein skrivibók ein bamsa og ein tannbust
Og nógv nógv nógv afturat.
Nú eg undrist hvør tað er, sum gávu sendi
og eg takki tær við øllum sum eg kann.
Allar vakrar tankar sendi eg frá mær til tín
og vóni at teir vinna vegin fram
Í vøkru eskjuni har
lá allur tín kærleiki.
Nú allur heimurin sær,
at onkur leggur í meg.
Fyrr aldri kent havi tað
at eg, sum nú, eri glað.
Nei, ikki skilja kann eg
Nei, ikki skilja kann eg