Skógvaeskjusøgur

Søgan um Olyu

Hetta er fimm ára gamla Olya, sum býr í Mogilev, einum parti av Eystur Belarus í Hvítarusslandi. Mamman hevði vanrøkt lítlu Olyu. Mamman hevði stórar rúsdrekka-trupulleikar og fekk tískil ikki tikið sær av Olyu.

Tá ið sosialráðgevarar funnu Olyu, var ongin matur til hennara í húsinum. Tað var ógvuliga skitið inni í húsinum, leikur vóru ongar til Olyu og hon hevði onga rættiliga song.

Tosað varð við grannan hjá Olyu, sum kundi siga teimum ógvuliga lítið uttan tað, at Olya aldrin smíltist. Sosialrágevararnir tóku sær so av Olyu. Nú fekk hon góðan mat og góða umsorgan og byrjaði at práta við tey, sum tóku sær av henni. Men tað var ikki, fyrrenn hon fekk eina skógvaeskju, at tað hendi ein verulig broyting hjá henni - nú smíltist hon!!

Nú svevur Olya hvørja nátt við dukkuni, sum hon fekk úr skógvaeskjuni.

Sí fleiri søgur niðanfyri