NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
16
10
2022

Osla sendir 43 fyltar skógvaeskjur í jólagávu til børnini í Ukraina

Túsundtals pakkar úr Føroyum liggja undir trøunum í Ukraina á jólum. Og 43 av hesum pakkunum eru pakkaðir heima hjá 89 ára gomlu Oslu Arge Ellingsgaard, sum sjálv hevur seymað pløggini.

Hvørt ár senda føroyingar jólapakkar í skóeskjum til neyðstødd børn kring heimin.

Fyrsta árið var í 2003. Tá fóru eini 300 pakkar úr Føroyum.

Í fjør var talið oman fyri 3300.

Har ímillum vóru fimm pakkar frá 89 ára gomlu Oslu Arge Ellingsgaard úr Klaksvík. Í pakkunum vóru pløgg og dukkum, sum hon sjálv hevði seymað.

Henni dámdi tað so væl, at hon longu í januar fór í holt við næstu jól.

Nú er hon loksins liðug. 43 fyltar skógveskjur eru nú klárar at verða sendar til børnini í Ukraina.

Sí video, og eisini eitt innslag frá Morgunsendingini 13. oktober, hvar KVF hevur eina longri samrøðu við Oslu Arge Ellingsgaard: Sí link frá KVF

við loyvi frá Kringvarp Føroya

------------------------------

NB! - Hagtøl yvir skógvaeskjurnar eru at finna her

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Send bræv við eskjuni.
Les meira
Skógvaeskjurnar 2022 til ukrainsk børn
Les meira
Faldari og plakatir 2022
Les meira
Eskjurnar úr Føroyum fara til Liberia
Les meira
3372 eskjur til treingjandi børn
Les meira
Tíðarfreistin longd vegna korona støðuna
Les meira
Hvar fara eskjurnar í 2021?
Les meira
Rebeca ferðast aftur til Rumenia!
Les meira
Kunningarfundir í Klaksvík og Tórshavn
Les meira
Takk fyri skógvaeskjuna!
Les meira
3513 skógvaeskjur, umframt 224 keyptar online
Les meira
Keyp við gjaldskorti á netinum
Les meira