Sum øllum kunnugt, so leikar herviligt kríggj í Ukraina, og eru liviumstøðurnar hjá ukrainum tí sera nógv broyttar til tað verra. Nógvir íbúgvar eru flýddir frá húsi og heimi antin til tryggari støð í Ukraina ella til onnur lond.
Í ár fara skógvaeskjurnar úr Føroyum til Ukraina og til flóttafólk haðani, sum eru í londunum, ið hava mark móti Ukraina.
Latið okkum, ið eru so signað við góðum liviumstøðum, gera okkara til at lata Kristi kærleika endurspeglast í føroyingum og senda nógvar skógvaeskjur avstað, ið kunnu kveikja vón í hesum neyðars barnahjørtum.