Fyri uml. 3 vikum síðani fóru 3249 skógvaeskjur, fyltar við kærleika og góðum gávum, við skipi úr Føroyum til Onglands. Hesar eskjur verða nú sendar víðari til børn í krígsherjaða Ukraina – børn, sum hava mist nógv av tí, tey plagdu at gleðast um, og tryggleikan, ið vit ofta taka fyri givið.
Harafturat eru 314 skógvaeskjur keyptar á netinum, so samanlagt hava føroyingar í ár givið heilar 3563 eskjur. Hetta er eitt ótrúligt úrslit, sum vísir, hvussu nógv føroyingar vilja rætta eina hjálpandi hond, tá tørvurin er stórur.
Vit vita, at børnini, ið fáa hesar eskjurnar, liva undir truplum umstøðum. Tað eru børn, sum ofta ikki kenna til gleðina at fáa eina jólagávu. Vit vóna og biðja, at hvør einasta eskja fær tey at merkja, at tey ikki eru gloymd, og at kærleikin frá Føroyum rakk heilt til teirra.
Nevndin hjá Christmas Child Føroyar ynskir at takka øllum, sum hava latið inn eskju, bundið húgvur, vøttur, sokkar, keypt gávur og á annan hátt stuðlað hesi stóru verkætlanini. Uttan tykkum hevði hetta ikki verið møguligt.
Vit takka eisini hjartaliga fyri vælvild frá fyritøkum, kirkjum, samkomum, felagsskapum og einstaklingum, ið hava verið ein partur av hesi árligu innsavningini.
Hóast freistin í Føroyum er farin, ber tað enn til at keypa eskjur á netinum:
Við tykkara stuðli hava vit enn eina ferð fingið víst, at vit saman kunnu skapa vón og gleði – eisini hjá teimum, sum hava tað allartyngst.
3563 skógvaeskjur fyltar við kærleika og góðum gávum eru farnar við skipi hjá Faroeship til Onglands!