Mánaðarskiftið septembur/oktobur fær Christmas Child í Føroyum vitjan úr Onglandi. Tær, ið koma at vitja, eru Arma Nobel og Ana Goia. Saman við nevndini koma tær at vitja og greiða frá ymsastaðni í Føroyum.
Arma Nobel er økisleiðari fyri Christmas Child í Skotlandi.
Innan fyri Christmas Child er tað so, at Føroyar hoyra til Skotland.
Hon fer at greiða frá um eskjurnar, ið vóru sendar til Ukraina í fjør, og um hvussu eskjur aftur í ár verða sendar til krígsrakt børn har um leiðir. Harafturat fer hon at greiða frá umsorganar- og hjálpararbeiðnum hjá Samaritan’s Purse.
Saman við Armu kemur eisini Ana Goia, ein sokallaður “Full Circle” talari. Hetta merkir, at hon sum barn hevur fingið eina skógvaeskju sum gávu og nú sum vaksin virkar innan fyri Christmas Child. Ana fekk eina skógvaeskju sum barn í Rumenia. Í dag býr og arbeiðir hon í Onglandi. Hon fer at greiða frá, hvørja ávirkan tað fekk á hennara lív, at hon fekk eina skógvaeskju sum smágenta.
Skráin hesar dagarnar, ið vitjanin er, sær soleiðis út:
Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini saman við teimum báðum Anu og Armu.
(myndir niðanfyri: Nr. 1: Arma og Ana / Nr. 2: Børn í Ukraina fáa skógvaeskjur)