Uppskriftir

Fitt taska

Sera nemt at seyma hesa fittu taskuna!!

Seyma hesa flottu toilettaskuna (ella sminkutaksu... ella hvat man nú vil kalla tað).


Finn restir av onkrum vøkrum toyi fram, skal helst verða nokkso tjúkt. Á myndini er brúkt eitt slag av kunstigum skinn toyi.


Klipp 2 stykki, stødd: 17 cm x 12,5 cm. Kasta hesi bæði toystykkini um við overlookara, ella siksakka við seymimaskinuni á øllum 4 síðunum.


Finn onkur pen bond fram, ella skrábond at pynta við. Her er valt gullband 3 mm breitt.


Seyma bondini á skák niðaneftir og omaneftir sum á myndini. (2 cm. er millum bondini)


Lýnlás: Set fyrst tann eina partin av lýnlásinum í við knappanálum ovast á tí smølu síðuni. Lýnlásið skal seymast, meðan toyið vendir rætt móti røttum . Seyma tað fast.


Set síðani hin partin av lýnlásinum í við knappanálum á hitt tøjstykkið og seyma fast.


Legg síðani bæði stykkini saman rætt móti røttum við knappanálum, og byrja at seyma frá lynlásinum og runt allan vegin, til tú kemur upp hinumegin lynlásið.


Minst til, tá ið man byrjar at seyma, at seyma nøkur sting aftur og fram fyri at hefta tráðin væl.


Vend toynum upp gjøgnum lýnlásholið. Koyr ein stokk ella okkurt spískt niður í bæði hornini niðast fyri at fáa hornini at síggja spísk út.


So er henda tta taska liðug!

Tak uppskrift niður sum PDF- fíl her

Sí fleiri uppskriftir niðanfyri

No items found.