Tað eydnaðist føroyskum børnum og vaksnum at savna 4.064 skógvaeskjur inn, sum beint nú eru á veg til Onglands og síðani til Rumenia.
Christmas Child tiltakið hevur aftur í ár verið væl móttikið av føroyingum um alt landið.
Børn og foreldur, ung sum gomul, hava sett tíð av til at hugsa um eitt barn í Rumenia, sum helst onga aðra jólagávu fær. Tað er ein gleði at fáa loyvi til at geva, og gleðin er ikki minni hjá tí barni, sum fær gávuna.
Hóast talið er nakað minni í ár enn í fjør, takka vit hjartaliga fyri allar eskjurnar, sum komu inn í ár, og ynskja Harrans signing yvir tey, ið taka ímóti, eins væl og tey, ið latið hava.
Vit mugu ikki gloyma, at hvør einstøk gáva er givin við gleði, og at hvør einstøk gáva fer at gleða og verma eitt barn í Rumenia.
Vit vilja takka øllum føroyingum, sum hava pakkað eina eskju í ár.
TÍN gáva ger mun. Takk fyri, at tit vildu vera við í heimsins størsta jólatiltaki.
Vit biðja til Gud um, at Hann skal signa hvørt einstakt barn, sum fær eina gávu og sum samstundis fær boðskapin um ta størstu gávuna at hoyra – Jesus Kristus. Harrin signi tykkum øll og alt Føroya fólk.