NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:

Eskjuinnsavnan 2024

Nú fara vit aftur at gera skógvaeskjur klárar til børn, ið helst onga aðra jólagávu fáa enn skógvaeskjuna, ið vit senda.

Í ár fara eskjurnar úr Føroyum til Ukraina. Vit vita, at støðan ikki er góð har, tí landið er rakt av kríggi, og hóast børnini ongan leiklut hava í krígnum, so eru tey hóast tað hart rakt. Vónandi kunnu eskjurnar vera við til at gleða børnini.

Tá skógvaeskjurnar vera býttar út, verða børnini boðin til eina kirkju ella samkomu, har tey fáa hana. Saman við eskjuni fáa tey eisini ein bókling, ið fortelur teimum gleðiboðskapin um Jesus, og har tað ber til fáa tey eisini møguleika at møta fleiri ferðir til bíbliutímar.

Eskjurnar skulu latast inn 27. okt. Á heimasíðuni hjá Christmas Child Føroyar ber til at síggja, hvar eskjurnar kunnu latast inn .

Umframt at pakka og senda eskjur úr Føroyum ber eisini til at keypa lidnar eskjur á netinum. Til ber at lesa um og keypa eskjur á hesum leinki.

Á heimasíðuni er eisni nógv onnur áhugaverd kunning um arbeiðið við skógvaeskjunum.

Í fjør vóru tvær kvinnur við í Georgia og býttu gávur út. Tær hava ein áhugaverdan Facebookvanga, har tær fortelja um túrin. Vangin kallast Georgia OCC

Vónandi fara føroyingar aftur í ár at taka væl undir við at senda skógvaeskjur av landinum, ið kunnu vera til gleði og signing fyri tey, ið fáa.

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna

No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Broyting viðvíkjandi hvat kann fara í eskjurnar!
Les meira
4.064 skógvaeskjur sum nú eru á veg til Onglands og síðani til Rumenia.
Les meira
Turið fer við til Namibia at býta skógvaeskjur út!
Les meira
Skúlabólkur samlar skógvaeskjur inn!
Les meira
Skógvaeskjur gleða børn í Zimbabve!
Les meira
Filmklipp úr Rumenia
Les meira
Jólaheilsan 2016
Les meira
Í ár komu 4833 skógvaeskjur inn
Les meira
Videolagið: Kærleiki í eskju
Les meira
Fitt bamsa til skógvaeskjuna
Les meira
Kunnandi fundur um Christmas Child 30. august
Les meira