Júst í hesum døgum eru fleiri hundrað fólk í Rumenia í ferð við at býta Christmas Child jólagávur út til fátæk og illa stødd børn í Rumenia.
Næstan 5000 av hesum pakkum eru komnir úr Føroyum. Føroyingar hava altíð verið gávumildir, og hetta sæst eisini aftur í Christmas Child tiltakinum, sum ígjøgnum fleiri ár hevur verið eitt stak væl eydnað tiltak í Føroyum.