Í apríl mánaða fer Turið Heinesen við einum bretskum liði hjá Operation Christmas Child til Namibia at býta skógvaeskjur út.
Alt arbeiðið í OCC í Føroyum verður gjørt sjálvboðið. Túrurin til Namibia er tó so mikið kostnaðarmikil, at tað hevði komið væl við, um onkur vildi stuðla við útreiðslunum.
Um ynski er at stuðla, ber til at flyta peningin á kontu í Betri banka 9181 - 1403917 og viðmerk ”Namibia”.
Kanska undrast onkur, hví "jólagávur" verða býttar út í apríl mánaða. Men í nøkrum londum tekur tað langa tíð at frakta og koma ígjøgnum tollin, so um pakkarnir skuldi verið býttir út á jólum, so høvdu vit verið noydd at samla teir inn um summarið.
Børnini í t.d. Namibia leggja ikki í, um tey ikki fáa gávurnar á jólum, tí tey eru ikki von at fáa gávur.
Endamálið er tó at fortelja gleðiboðskapin um ta størstu gávuna, ið givin er, Jesus Kristus, og tann boðskapurin er viðkomandi alt árið.