NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
05
11
2016

Í ár komu 4833 skógvaeskjur inn

Christmas Child tiltakið hevur aftur í ár verið væl móttikið av føroyingum um alt landið.

Børn og foreldur, ung sum gomul hava sett tíð av til at hugsa um eitt barn í Rumenia, sum helst onga aðra jólagávu fær. Tað er ein gleði at fáa loyvi til at geva, og gleðin er ikki minni hjá tí barni, sum fær gávuna.

Í ár komu 4833 skógvaeskjur inn, fullar av smáum og heitum gávum. Sjálvt um talið er lægri enn í fjør, so eru vit ómetaliga takksom fyri hesar mongu gávur. Vit mugu ikki gloyma, at hvør einstøk gáva er givin við gleði, og at hvør einstøk gáva fer at gleða og verma eitt barn í Rumenia.

Vit vilja takka øllum føroyingum, sum hava pakkað eina eskju í ár. TÍN gáva ger mun. Takk fyri, at tit vildu verða við í heimsins størsta jólatiltakið.

Vit biðja til Gud um, at Hann skal signa hvørt einstakt barn, sum fær eina gávu og sum samstundis fær boðskapin um ta størstu gávuna at hoyra – Jesus Kristus. Harrin signi tykkum øll og alt Føroya fólk.

       

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Lissi Hansen sigur frá um Christmas Child skógvaeskjunum í Lindini
Les meira
Eskjuinnsavnan 2024
Les meira
Christmas Child filmur fyri 2024
Les meira
Skógvaeskjur á veg til Ukraina
Les meira
Christmas Child filmurin fyri 2023
Les meira
Her fáast prentaðir faldarar og prentaðar plakatir
Les meira
Skógvaeskjurnar 2023
Les meira
Føroyingar gleða 3586 ukrainsk børn
Les meira
Her kunnu eskjurnar latast inn
Les meira
Sí video: Osla gjørt 43 skógvaeskjur
Les meira
Vitjan úr Onglandi
Les meira
Faldarar & plakatir kunnu heintast
Les meira