Í hesum Korona døgum broytast ætlanir ofta!
Vanliga plaga skógvaeskjur úr Føroyum at verða sendar til Rumenia ella Moldova, men nú hava vit fingið onnur boð frá Christmas Child í Onglandi, ið vit koma undir í hesum høpi.
Í ár fara eskjurnar úr Føroyum til Nigeria ella Liberia.
Ein kundi freistast til at hildið, at so má alt innihaldið í eskjunum broytast, tí har hava tey ikki brúk fyri t.d. húgvum, vøttum og hosum, men so er IKKI .
Tað er IKKI neyðugt at broyta innihaldið, tí fólkið í hesum londum setur prís upp á heit klæðir, tí næturnar har kunnu vera sera kaldar har.