NÝGGJASTU TÍÐINDI

Posta út tann:
21
09
2016

Fingrabamsa


Dámar tær væl at binda? Her er uppskrift uppá nakrar sera fittar fingrabamsur, sum børnini høvdu verið glað fyri at fingið í skógvaeskjuna:

Tógv, sum hóskar til stokkar nr. 4

Kasta 18 eygu uppá og bint stiklavond 10 cm.

Kasta 10 eygu uppá aftrat til ermu.

Vend og bint 28 eygu og kasta 10 eygu uppá til hina ermuna.

Vend og bint 2,5 cm. Læs 10 eygu av í byrjanini av stokkinum og bint stokkin lidnan.

Vend og ger tað sama við hendan stokkin.  

Bint 7 cm beint upp.

Nú er onnur helvtin liðug, og tú kanst antin læsa av ella halda fram og binda hina síðuna.


Tilgerð: Seyma saman, men lat opið vera í neðra.
Seyma 2 oyru við at seyma fyri hornini á høvdinum.
Seyma nakrar stingir til eygu, nøs og munn
við einum øðrum liti. Snara ella hekla eitt hálsturriklæði
og fest á bamsuna mitt aftan á hálsinum

PDF-fíl
Børn í UkraineHugskot til at koyra í skógvaeskjuna
No items found.

Sí fleiri tíðindi her:

Eskjurnar úr Føroyum fara til Nigeria ella Liberia
Les meira
Broyting viðvíkjandi hvat kann fara í eskjurnar!
Les meira
4.064 skógvaeskjur sum nú eru á veg til Onglands og síðani til Rumenia.
Les meira
Turið fer við til Namibia at býta skógvaeskjur út!
Les meira
Skúlabólkur samlar skógvaeskjur inn!
Les meira
Skógvaeskjur gleða børn í Zimbabve!
Les meira
Filmklipp úr Rumenia
Les meira
Jólaheilsan 2016
Les meira
Í ár komu 4833 skógvaeskjur inn
Les meira
Videolagið: Kærleiki í eskju
Les meira
Fitt bamsa til skógvaeskjuna
Les meira
Kunnandi fundur um Christmas Child 30. august
Les meira