Takkað verið tykkara ovurhonds gávumildni vóru í fjør yvir 9 mill. børn signað við at fáa eina skógvaeskju, harímillum Patricia, ið sæðst á myndini. Patricia er 5 ára gomul og býr í Liberia saman við mammuni, sum hevur ein handil, ið selur turkaðar piparfruktir og annað grønmeti. Patricia var sera glað fyri at fáa hesar vøkru litblýantarnar í skógvaeskjuni og var glað fyri at hoyra um Guds kærleika til hennara.
Av tí at Corona farsóttin framhaldandi hevur við sær enn størri avbjóðingingar fyri nógvar familjur kring allan heimin, er tað, at tú sendir skógvaeskju týdningarmiklari enn nakrantíð. Vilt tú verða við aftur í ár at gleða túsundtals dýrabar børn?